Uttanlands

20 ár síðani ringastu flóðaldu í nýggjari tíð

Flóðaldan annan jóladag 2004 kravdi umleið 227.000 mannalív

Tvey týsk ferðafólk, sum yvirlivdu flóðalduna, avmyndað í minnislundini í Ban Nam Khem í Tailandi (Mynd EPA)

Tvey týsk ferðafólk, sum yvirlivdu flóðalduna, avmyndað í minnislundini í Ban Nam Khem í Tailandi (Mynd EPA)

2024-12-26 10:15 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

2. jóladag 2004 hendi ein av mest oyðileggjandi og drepandi náttúruvanlukkum í nýttjari tíð.

Ein ógvuslig flóðalda rakti 14 lond í og rundan um Indiska havið, og kostaði umleið 227.000 mannalív.

Í dag eru júst 20 ár síðani.

Vanlukkan byrjaði 26. desember 2004 klokkan 07.58 lokala tíð – tað er klokkan 00.58 okkara tíð – tá ein jarðskjálvti var til havs út fyri indonesisku oynni, Sumatra.

Fáar minuttir seinni fór alarmurin í gongd á Pacific Tsunami Warning Center á Hawaii. Her var metingin í fyrsta umfari, at jarðskjálvtin var umleið 8,0 á Richterskalanum, og at tað ikki var vandi fyri flóðaldu.

Tað vísti seg seinni, at jarðskjálvtin máldi 9,0 á Richterskalanum, og fór harvið í søguna sum tann harðasti, sum nakrantíð er máldur.

Jarðskjálvtin var so máttmikil, at hann fekk jarðarklótuna at førka seg upp í 25 millimetrar á síni ás. Undir vatnskorpuni skapti skjálvti eina aldu, sum tók dik á seg og flutti seg frá miðdeplinum í allar ættir.

Umleið 20 minuttir seinni náddi flóðaldan norðastu strendurnar á indonesisku oynni Sumatra.

Tá flóðaldan nam land, reistist hon sum eitt risastórt brimbrot – onkra staðni var hæddin upp í 24 til 30 metrar.

Hetta fekk vanlukkuliga fygjur alla staðni nær strondina. Í Indonesia doyðu upp móti 167.000 fólk í flóðalduni.

Um 10 tíðina fyrrapartin rakti flóðaldan sunnara part av Tailandi, har fleiri evropeisk ferðafólk vóru og hildu jólaferiu.

Ein tíma seinni skolaði flóðaldan yvir land á Sri Lanka og í sunnara parti av India. Seinni náddi aldan heilt yvir til afrikansku eysturstrondina, har serliga Somalia varð hart rakt.

Teir fyrstu tímarnar eftir at flóðaldan hevði rakt land, ljóðaðu altjóða tíðindini, at nøkur fá fólk høvdu latið lív. Men sum annar jóladagur gekk, byrjaði umfangið av vanlukkuni at ganga upp fyri heiminum.

Annað jólakvøld frættist, at yvir 12.000 fólk høvdu latið lív, og hereftir gjørdist skjótt greitt, at talan var um eina av størstu vanlukkunum, sum nakrantíð er hend, og á okkara leiðum gekk tað eisini upp fyri almenninginum, at nógvir evropearar og skandinavar, sum vóru á feriu, eisini vórðu raktir.

Og teir fylgjandi dagarnar vaks talið á deyðum í teimum raktu økjunum. Fyrst til 55.000, so 70.000 og 3. jóladag var talið komið upp á 82.847.

Í raktu økjunum høvdu 1,7 milliónir fólk mist sítt heim, og fólkini stríddust við at jarða tey deyðu. Heimsheilsustovnurin, WHO, óttst eisini fyri, at ruðulleikin eftir flóðaldina kundi føra til, at enn fleiri fóru at doyggja av smittandi sjúkum, sum kolera og dysenteri.

Eitt umfatandi hjálpararbeiði varð sett í verk. Upp á eina viku kom játtan um yvir 14 milliardir krónur í neyðhjálp til tey raktu økini.

Tá til stykkis kom, høvdu heimsins lond latið ella játtað 13,5 milliardir dollarar í neyðhjálp, sum svarar til næstan 97 milliardir í dagsins donsku krónum.

Eitt av teimum harðast raktu londunum á okkara leiðum, var Svøríki, sum misti ikki færri enn 543 borgarar í flóðalduni. 46 danskarar doyðu. Men tað gekk long tíð áðrenn tað endaliga kundi staðfestast, hvussu nógv mannalív flóðaldan hevði kravt.

Í Danmark ljóðaðu tíðindini eina viku eftir vanlukkuna, at 7 borgarar høvdu latið lív, meðan 454 vórðu saknað.

Eftir vanlukkuna í 2004 eru komnar betri ávaringarskipanir, sum kunnu forða fyri, at avleiðingarnar av eini slíkari flóðaldu gerast so stórar, sum tær gjørdust fyri 20 árum síðani.

Kelda: dr.dk

Mydirnar herundir eru frá einum minningarhaldi í Sri Lanka í dag (Myndir: EPA)


 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder