Uttanlands

Finska løgreglan hevur tikið ræði á tangaskipi

Illgruni er um, at Eagle S er orsøkin til at ein elkaðal í Finsku víkini er slitnaður

Frá tíðindafundinum, sum finska løgreglan hevði um málið í dag. Mett verður, at talan er um 'álvarsligan yvirgang' (Mynd: Yle)

Frá tíðindafundinum, sum finska løgreglan hevði um málið í dag. Mett verður, at talan er um 'álvarsligan yvirgang' (Mynd: Yle)

2024-12-26 14:09 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Finska løgreglan hevur støðga einum tangaskipi, og fór í nátt umborð á skipið at gera kanningar. Hetta í sambandi við kaðalbrot millum Finnland og Estland, skrivar Reuters.

Skipið er undir illgruna fyri at hava gjørt skaða á fleiri skaðar, sigur løgreglan.

Løgreglan upplýsir at hon hevur tikið yvir ræðið á skipinum, sum nú verður siglt inn í finskan sjógv. Sum skilst er ikki bert talan um eitt kaðalbrot, men fleiri.

Les eisini: Russiskt ‘skuggaskip’ undir illgruna fyri kaðalbrot

Sambært finsku sjóverjuni, so fekk skipið boð um at kasta akker, men tað vísti seg, at har vóru ongi akker, skrivar Reuters.

Finska løgreglan metir, at tað eru akkerini, sum eru orsøk til, at kaðalarnir hava fingið skaða.

Sjóverjan upplýsir, at talan er um tangaskipið Eagle S, ið er skrásett á Cook oyggjum, sum er ein sjálvstøðugur oyggjabólkur nærhendis Ný Zealand í Kyrrahavinum.

Løgreglan kannar nú bæði reiðarí og manning, og málið verður handfarið, sum um talan er um ‘álvarsligan yvirgang’, verður sagt.

Finska tollvaldið heldur, at talan er um eitt skip, sum er partur av russiska sokallaða skuggaflotanum.

Her er talan um fleiri tangaskip, sum sigla undir øðrum enn russiskum fløggum, so at Russland á tann hátt kann halda fram við sínum oljuútflutningi hóast galdandi handilsforðingar, skrivar Ritzau.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder