Árið hjá byggifyritøkunum í 2023 hilnaðist munandi betur enn árið fyri og var eisini merkt av, at ongin av byggifyritøkunum í kanningini hevði hall í 2023. Í 2022 høvdu tríggjar av 15 fyritøkum hall á samanlagt 34 mió.kr.
Ráðgevingarfyritøkan Nira hevur gjørt eina greining av roknskapunum hjá størru føroysku byggifyritøkunum. Talan er um byggifyritøkur, sum í 2023 høvdu ein bruttovinning, sum var hægri enn 10 mió.kr. Talan er ikki um eina kanning av allari byggivinnuni í Føroyum, men bert teimum størru fyritøkunum, sum í hesi kanning eru 15 í tali.
Rakstrarúrslitini hjá 15 teimum størstu byggifyritøkunum 2019 - 2023
Samlaða úrslitið eftir skatt hjá teimum 15 størstu byggifyritøkunum í 2023 var samanlagt 95,4 mió.kr.
Hetta er ein stórur vøkstur frá 2022 tá ið sama úrslit var 41,2 mió.kr. og ikki minst samanborið við 2021, tá samlaða ársúrslitið hjá hesum fyritøkum bert var 367 tkr.
Úrslitini hjá byggifyritøkunum eru sera ymiskt, men allar 15 fyritøkurnar høvdu avlop í 2023.
Besta úrslitið í 2023 hevði Articon P/F, við 29,2 mió.kr. eftir skatt. Articon hevði í 24,8 mió.kr. í avlopi í 2022.
Næstbesta úrslitið hevði Sp/F Jóan Petur Vang, sum hevði 11,9 mió.kr. í avlopi í 2023 samanborið við 18,3 mió.kr. í 2022.
Á triðja plássi var Sp/F MTV Byggivirki, sum í 2023 hevið eitt avlop upp á 6,6 mió.kr. sammett við 7 mió.kr. í 2022.
Ta lægsta úrslitið av teimum 15 byggifyritøkunum hevði Sp/F Norðhús, sum hevði 705 tkr. í avlopi. Úrslitið í 2022 var 434 tkr.
Av teimum 15 byggifeløgunum vóru tað 10 feløg, sum høvdu betri úrslit í 2023 og fimm feløg, sum høvdu verri úrslit í mun til 2022.
Tey tíggju feløgini sum høvdu betri úrslit, høvdu samanlagt heili 66,2 mió.kr. í betri úrsliti í 2023 sammett við árið frammanundan. Viðmerkjast skal at munandi betraða ársúrslitið hjá J&K Contractors P/F á 38,4 mió.kr. frá 2022 til 2023 ávirkar tølini nógv mest.
Tey fimm feløgini sum høvdu eitt verri úrslit høvdu samanlagt -7,4 mió.kr. í minni úrslit í 2023 sammett við 2022.
Sæð yvir tey síðstu fimm árini, frá 2019 til 2023, so hava úrslitini verið sera misjøvn í byggivinnuni. Articon kann tó vísa nógv tað bestu fíggjarligu gongdina øll árini.
Fíggjarstøðan hjá størri byggifeløgunum 2023
Tað er stórur munur á fíggjarligu støddini og styrkini á byggifyritøkunum, sum eru við í hesi kanningini.
Størsta eginpeningin við árslok 2023 hevði Articon P/F við 126,2 mió.kr. Næst størsta eginpeningi hevði Løvubetong P/F við 64,3 mió.kr. og á triðja plássi var P/F Kanjon við 44,4 mió.kr.
Byggivinnan er øllum kunnugt sera nógv tengd at konjunkturunum í samfelagnum og harvið øllum byggivirkseminum í samfelagnum.
Staðfestast má, at sera nógv byggivirksemið hevur verið síðstu árini, og sæst hetta eisini aftur í úrslitunum hjá byggifyritøkunum síðstu árini.
Hóast árið 2024 enn ikki er lokið, verður varliga mett at byggivinnan eisini í 2024 fær eitt rímuliga gott úrsit.
Hvussu fer at hilnast komandi árini, velst serliga at búskaparligu gongdini í samfelagnum. Um íløgurnar til bygging hjá tí almenna, kommunala, hjá vinnuni og hjá privatum persónum heldur á at vaksa, fer at stagnerað, ella fer at minkað komandi árini.
--
Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen og ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f, www.nira.fo
--
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald