1. jóladag fekk Estlink 2 kaðalin, sum gongur tvørtur um finsku víkina millum Finnland og Estland, stóran skaða.
Beinanvegin var illgruni um herverk (sabotasju), og hugt varð eftir Russlandi. Serliga tí at tangaskipið Eagle S, sum er partur av sonevnda russiska skuggaflotanum, var í økinum og slakaði týðuliga ferðina tá tað sigldi yvir kaðalin júst sum skaðin hendi á elkaðalin Estlink 2 í gjár.
Les meira: Russiskt skuggaskip undir illgruna fyri kaðalbrot
Málið hevur eyðsæð høga raðfesting í Finnlandi, og heilt stutt eftir kaðalbroti skrivaði Alexander Stubb um tað á sosiala miðlinum X.
Í dag hevur finski forsetin havt tíðindafund. Har steðfesti stubb, at einki veruligt samband hevur verið við Russland um málið - eingin "diplomatisk reatktión". Tó hevur ein talsmaður fyri russiska forsetakontóri sagt, at hetta er eitt "smalt evni", sum ikki nakað serligt er at siga um. Alexander Stubb heldur, at skaðin kundi verið størri, um ikki Eagle S varð steðgað.
Tað hava verið tvey líknandi kaðalbrot tað seinasta árið. Í hesum førinum gjørdu finnar skjótari av við at fáa yvirlit, staðfestir Stubb, sum eisini vísir á, at hetta ikki er tilvild: At tríggjar líknandi sakir eru innanfyri eitt ár.
Hetta skrivar finski miðilin Helsingin Sanomat. Sambært honum legði finski forsetin dent á, at man ikki skuldi gera ov skjótar niðurstøður í málinum. Um hendingin var herverk/sabotasja, og eitt annað land stendur aftanfyri tað, so fer Finnland at eyðmekrja tað, og gera tað greitt.
Finland og Estland hava annars funnið semju við NATO um, at NATO fer at vera meira til staðar í Eystarasalti. Hetta vátta bæði Alexander Stubb og Mark Rutte, NATO-aðalskrivari.
Tað kann taka fleiri mánaðir at umvæla Estlink 2 kaðalin, staðfesta serfrøðingar á økinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald