Uttanlands

Kina: Deyðarevsing fyri at koyra inn í mannamúgvu

Ein 62 ára gamal maður er dømdur til deyða fyri eina hending 11. november, har 35 fólk lótu lív

Fólk leggja blómur og tendra ljós til minnis um tey, sum lótu lív í álopinum í Zhuhai 11. november (Mynd: AP)

Fólk leggja blómur og tendra ljós til minnis um tey, sum lótu lív í álopinum í Zhuhai 11. november (Mynd: AP)

2024-12-28 09:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein maður varð í gjár dømdur til deyða fyri at koyra við bili inn í eina mannamúgvu og drepa 35 fólk í kinesiska býnum Zhuhai 11. november.

62 ára gamli maðurin varð handtikin á staðnum 11. november, og í rættinum játtaði hann seg sekan í at hava koyrt inn í mannamúgvuna. Sambært løgregluni var orsøkin, at maðurin var maðurin illur og ónøgdur við ognarbýtið í sambandi við hjúnaskilnað.

Slíkur harðskapur í almenna rúminum er meira sjáldsamt í Kina í mun til í nógvum londum í vesturheiminum, men seinastu tíðina hava fleiri slíkar hendingar verið í Kina, skrivar Ritzau.

Miðskeiðis í november vórðu átta persónar eisini dripnir og 17 særdir í einum kníválopi á einum útbúgvingarstovni í býnum Wuxi í eystara parti av Kina. Álopsmaðurin var ein 21 ára gamal lesandi, sum sambært kinesisku løgregluni var illur um, at hann ikki hevði fingið prógv, tí hann ikki hevði staðið fleiri av sínum próvtøkum.

Fáar dagar seinni koyrdi ein 39 ára gamal maður inn í nakrar skúlanæmingar í býnum Changde. 30 persónar vórðu særdir. Maðurin fekk mánadagin ein treytaðan deyðadóm. Hetta merkir, at hann sleppur undan at verða avrættaður, um hann ikki fremur nakað brotsverk komandi tvey árini. Um so verður, verður revsingin helst lívlangt fongsul.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder