Tíðliga mikumorgunin datt eitt flogfar hjá Azerbaijan Airlines niður nærindis býin Aktau í Kasakstan, og russiski forsetin, Vladimir Putin hevur nú biðið um umbering fyri, at vanlukkan hendi í russiskum loftrúmi.
Sambært russisku tíðindastovuni Tass skal Putin hava biðið um umbering í telefonsamrøðu við Ilham Aliyev, forseta í Asarbadjan.
Les eisini: Stór flogvanlukka í Kasakstan
Putin umrøddi flogvanlukkuna sum "eina vanlukkuliga hending".
Russiska stjórnin sigur í tíðindaskrivi, at flogfarið royndi at lenda í býnum Grosnij, samstundis sum býurin varð álopin av ukrainskum dronum, og ay russisku loftverjuskipanirnar steðgaði hesum álopum.
Fleiri miðlar hava seinastu dagarnar skrivað, at tað var russiska loftverjan, sum skeyt flogfarið niður. M.a. sigur John Kirby, trygdarráðgevi í Hvítu Húsinum, at tey í USA hava ábendingar um, at Russland kann hava ábyrgdina.
Flogfarið var ávegis úr høvuðsstaðnum í Aserbadjan, Baku til Grosnij í Kekenia, tá tað datt niður. 67 fólk vóru umborð, og 38 teirra lótu lív.
Í kjalarvørrinum á flogvanlukkuni hava fleiri flogfeløg avlýst fráferðir til Russlands.
Azerbaijan Airlines hevur avlýst fráferðir til sejy russiskar býir. Onnur flogfeløg, sum hava avlýst fráferðir til Russlands eru Turkmenistan Airlines, Flydubai, Kasakhstans Qazaq Air, og El Al.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald