Uttanlands

Fimm skuldsett í sambandi við deyða Liam Payne

Liam Payne doyði í Argentina 16. oktober, og nú eru trý skuldsett fyri óviljað manndráp, og tvey onnur fyri at hava givið honum rúsevni.

Fólk minnast Liam Payne í Argentina (Mynd: EPA)

Fólk minnast Liam Payne í Argentina (Mynd: EPA)

2024-12-30 13:03 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fimm persónar eru skuldsettir í málinum um fyrrverandi One Direction-sangaran, Liam Payne, sum doyði á einum gistingarhúsi í Argentina í heyst.

Tað upplýsir ákærumyndugleikin í Argentina sambært BBC.

Liam Payne doyði, tá hann datt av einum svala á triðju hædd á Casa Sur Hotel í argentinska høvuðsstaðnum Buenos Aires 16. oktober. Stjórin og tvey starvsfólk á gistingarhúsinum eru skuldsett fyri óviljað manndráp, meðan tvey onnur starvsfólk eru skuldsett fyri at hava givið Liam Payne rúsevni.

Líkskoðanin vísti, at Liam Payne hevði rúsevni, rúsdrekka og heilivág fyri tunglyndi í blóðinum, tá hann doyði, skrivar Ritzau.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder