2024-12-30 16:39
Tað hendir javnan, at stríðandi londini, Russland og Ukraina, umbýta fangar, so at Russland fær nakrar av sínum fólkum aftur og umvent. Og nú hava londini gjørt tað aftur.
Hesaferð vóru tað 150 krígsfangar frá hvørjari síðu, sum vórðu latnir leysir, upplýsir russiska verjumálaráðið í eini fráboðan, sambært Reuters.
Sameindu arabisku Emiratini hava verið millumgongufólk, meklarar, skrivar dr.dk. Tíðindini eru tó enn ikki váttað frá ukrainskari síðu.
Í oktober vóru tilsamans 190 fangar umbýttir og í august vóru tað 230.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald