Innanlands

- Ikki so galið á midnátt

Veðurforsagnirnar boða frá nakað av vindi á midnátt nýggjársaftan. Vindurin fer at liggja um 8-13 metrar um sekundið, sigur Hanus Kjølbro frá Veðurstovu Føroya

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-12-30 23:43 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað verður kanska ikki so galið, segði Hanus Kjølbro frá Veðurstovu Føroya í útvarpstíðindunum, tá hann varð spurdur um veðrið á nýggjárinum.

- Um nátturðatíð nýggjársaftan verður eini 10-15 metrar um sekundið av landnyrðingi og seinnapartin verður kavaæl.

- Men sum gamlaárskvøld líður, fer ættin at hækka úr landnyrðingi upp í landnyrðing norðan á midnátt. Vindurin minkar niður í 8-13 metrar um sekundið. Smáskýggjað og yvirhøvur turt, segði Hanus Kjølbro.

Men tað verður kalt. Um tvey kuldastig har tað er kaldast og tvey stig, har tað er mesti hiti.

So er at hopa, at tað heldur, og at forsagnirnar ikki broytast alt ov nógv skeiva vegin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder