Innanlands

Endaði á takinum

Í gjárkvøldið var eitt ferðsluóhapp í Hvalba, men tað var ikki so álvarsligt, sigur løgreglan

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-12-31 08:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjárkvøldið, beint eftir klokkan 20, varð boðað frá einum ferðsluóhappi í Hvalba.

Talan var um eitt sonevnt soloóhapp, har ein bilur fór út av vegnum og endaði á takinum.

Helst hevur bilførarin bakkað ov langt, og tí endaði hann við at koyra út av, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, sum leggur afturat, at tað var ikki so álvarsligt, sum tað ljóðar.

Sjúkrabilur kom á staðið, men sum skilst hevði bilførarin ikki fingið álvarsligan skaða.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder