Ein dómstólur í Suðurkorea hevur givið boð um at handtaka forsetan, Yoon Suk-yeol, eftir áheitan frá eini felags kanningareind.
3. desember lýsti Yoon hernaðarliga undantaksstøðu í landinum, og verður hann í løtuni kannaður av bæði løgregluni og verjumálaráðnum fyri m.a. uppreistur í hesum sambandi. Eftir atkvøðugreiðslu í suðurkoreanska tjóðartinginum, varð undantaksstøðan ógildað náttina til 4. desember.
Tríggjar ferðir er Yoon biðin um at møta upp til avhoyringar í sambandi við kanningararbeiðið, men hesar umbønir eru ikki gingnar á møti, og tí eru boð givin um at handtaka hann, skrivar Ritzau.
9. desember fekk hann forboð móti at ferðast úr landinum, og 14. desember samtykti tjóðartingið at reisa ríkisrættarmál móti honum, og varð hann sendur til hús. Forsætisráðharrin, Han Duck-soo gjørdist virkandi forseti, men eisini hann skal stillast fyri ein ríkisrætt, og tí er fíggjarmálaráðharrin Choi Sang-mok nú virkandi forseti og virkandi forsætisráðharri.
Yoon hevur víst aftur, at hann skal hava eggjað til uppreistur við at lýsa undantaksstøðuna. Hann gjørdi tað, sigur hann, orsakað av norðurkoreanskum stuðlum í landinum, sum stríddust ímóti áhugamálum hjá honum og Suðurkorea.
Sambært suðurkoreanskum miðlum er hetta fyrstu ferð, at boð verða givin um at handtaka ein suðurkoreanskan forseta í hansara embætistíð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald