Uttanlands

Í kvøld skal kongur halda sína fyrstu nýggjársrøðu

Klokkan 17 fer Fríðrikur kongur at halda sína fyrstu nýggjársrøðu

Fríðrikur kongur á svalanum á Christiansborg 14. januar í ár (Mynd: EPA)

Fríðrikur kongur á svalanum á Christiansborg 14. januar í ár (Mynd: EPA)

2024-12-31 10:23 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í kvøld er júst eitt ár liðið, síðan Margretha drotning í sínari nýggjársrøðu boðaði frá, at hon fór at leggja frá sær sum drotning, og í kvøld skal sonur hennara, Fríðrikur kongur, halda sína fyrstu nýggjársrøðu.

Fyrsta nýggjársrøðan hjá konginum verður send beinleiðis á DR1 og TV2 klokkan 17 føroyska tíð, og eisini verður hon send á KVF klokkan 19.15.

Røðan verður send úr Frederik VIII's Palæ á Amalienborg, har kongshjúnini búgva saman við børnum teirra. 13 minuttir eru settir av til røðuna, skrivar Ritzau.

Fleiri fólk úr danska forsætismálaráðnum og hovinum hava luttikið í arbeiðnum við røðuni. Ógreitt er, hvørji evni kongur fer at taka upp í nýggjársrøðu sínari, men eitt tykist tó at vera greitt.

Margretha drotning, sum var drotning í 52 ár, endaði altíð sínar nýggjársrøður við orðunum "Gud bevare Danmark" (Gud varðveiti Danmark), og soleiðis ætlar Fríðrikur kongur eisini at enda sínar røður. Tað hevur hann greitt frá í bókini "Kongeord", sum kom út í januar í sambandi við trónuskiftið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder