Innanlands

Sleipaði bát á Havnina

Í gjár vóru boð eftir Rescue Arun at hjálpa einum smábáti í Nólsoyarfirði

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-12-31 13:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mánamorgunin vórðu boð eftir Rescue Arun at hjálpa einum smábáti í Nólsoyarfirði.

Báturin hevði fingið maskintrupullar og bað um sleip til Havnar, skrivar MRCC.

Fráboðanin kom beint fyri klokkan tíggju, og tveir tímar seinni var Arun komin á Havnina við bátinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder