Uttanlands

Danmark: Sjúkrabilar høvdu nærum 1.000 útkall

Tað var ovmikið at gera gamlaárskvøld. Ein ungur persónur í Odense lat lív vegna fýrverk, sum helst var heimagjørt. Nógvir skaðar vóru á hendur, fingrar og eygu hjá fólki

Fýrverksóhapp fylla nógv í Danmark. Millum annað vóru 22 eygnaskaðar (Tilvildarlig savnsmynd)

Fýrverksóhapp fylla nógv í Danmark. Millum annað vóru 22 eygnaskaðar (Tilvildarlig savnsmynd)

2025-01-01 09:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í Danmark er tað vanligt, at nógv fýrverksóhapp henda gamlaárskvøld. Í morgun, 1. januar 2025, verður upplýst fyri donsku miðlunum, at bráfeingis tilbúgvingin samanlagt hevur verið úti 955 ferðir kring landið. Hetta var í tíðarskeiðnum millum klokkan 18 31. desember og klokkan seks 1. januar.

Nýggjárið 2023/2024 var talið so at siga tað sama: 956.

Talan er um alt frá smærri skaðum til størri og ógvuliga álvarsamar skaðar. Hetta vísir beinleiðis bloggurin hjá tv2.dk: Nytår 2025

Beint eftir midnátt gekk heilt galið hjá einum 24-ára gomlum manni í Odense. Fýrverk, sum læknar og løgregla halda var heimagjørt, brast beint upp í høvdið. Maðurin kom skjótt á Odense Universitetshospital, men lív hansara stóð ikki til at bjarga.

Júst á Odense Universitetshospital hava tey havt úr at gera við at viðgera fólk, sum eru komin illa fyri av fýrverki. Samanlagt vóru 39 skaðar viðgjørdir á stóra sjúkrahúsinum á Fjóni - átta teirra kunnu lýsast sum álvarsamir. Harav vóru nakrir hondskaðar, og tveir ungir mans hava mist ein ella fleiri fingrar, upplýsir Morten Schultz Larsen yvirlækni á OUH, fyri tv2.dk.

Nógv fáa eisini skaða í eyguni, og hetta er sjálvsagt álvarsamt. Samanlagt vórðu 22 slíkir skrásettir í Danmark í gjárkvøldið og í nátt. Í øllum førunum, uttan tí eina, var talan um menn. Sjey børn fingu eygnaskaða gamlaárskvøld í Danmark.

Ein eldri maður liggur á intensivu deild á Ríkissjúkrahúsinum vegna óhapp við fýrverki. Kristian Klemp, lækni, sigur við Ritzau, at viðkomandi hevur fingið ógvusligar skaðar í andlitið, umframt brot á luftvegirnar. Maðurin var í brillum.

Sum heild vóru tað annars serliga ungir mans, sum fingu skaðar vegna fýrverk í Danmark í gjárkvøldið og í nátt. Hús, íbúðir og gistingarhús hava eisini fingið smærri og størri skaðar av fýrverki, og so hava summir ótangar eisini skotið fýrverk eftir løgreglu ella ambulansufólki í Keypmannahavn.

Í Týsklandi lótu fimm fólk lív vegna fýrverk í sambandi við hetta gamlárskvøld, skrivar tv2.dk.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder