Innanlands

Góðu útisetar: - Komið heim aftur

Løgmaður hevði eina staðiliga áheitan í nýggjársrøðu sínari. Ynski er um, at tey ungu skulu hava eitt veruligt lestrarumhvørvi - eitt Oyrasund í Føroyum. Aksel V. Johannesen heldur, at "Exit Føroyar" ikki skal tosast í gongd

Aksel V. Johannesen nýttu hondbóltslandsliðini sum fyrimyndir í nýggjársrøðu sínari í gjár: - Tað, sum okkara hondbóltskvinnur og -menn í ár hava mint okkum á, er, at vit ongantíð mugu gevast, hóast mótstøðan tykist sterk. Vit mugu altíð stríðast fyri tí, sum hevur týdning. Føroyar skulu toasast upp, helt hann fyri (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Aksel V. Johannesen nýttu hondbóltslandsliðini sum fyrimyndir í nýggjársrøðu sínari í gjár: - Tað, sum okkara hondbóltskvinnur og -menn í ár hava mint okkum á, er, at vit ongantíð mugu gevast, hóast mótstøðan tykist sterk. Vit mugu altíð stríðast fyri tí, sum hevur týdning. Føroyar skulu toasast upp, helt hann fyri (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-01-01 10:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Vit eru partur av heiminum. Heimurin er partur av Føroyum.

Aksel V. Johannesen hevði tær stóru linjurnar frammi í løgmansrøðu sínari í gjárkvøldið. Men áðrenn løgmaðurin og formaðurin í Javnaðarflokkinum fór at tosa um heimsstøðuna, sum tíverri sær ótrygg út, og at vísa á hvussu Føroyar eru vornar ein virkin partur av heimssamfelagnum, so kom hann eisini við staðiligari áheitan á føroyskar útisetar:

-  Góðu útisetar - komið heim aftur, brótið upp um armar og verið við til at mynda Føroyar.

Hetta var tíðliga í røðini, eftir at løgmaður hevði nýtt hondbóltslandsliðini hjá kvinnum og monnum, sum bæði hava fingið stig í EM-endaspølum, í ár sum dømi um, hvat ber til: Hóast man er ímóti størri og sterkari mótsstøðu.

- Vilja vit hava samfelagið øðrvísi, ja, so er bara ein máti: vit mugu vera her og broyta tað. Ella koma heim aftur og broyta tað. Og tað er altso nógv lættari at fáa ávirkan í Føroyum enn aðrastaðni. Ert tú ein av 55.000, hevur tú nógv størri ávirkan, enn tá ið tú ert ein av fleiri milliónum.

- Høvdu hondbóltsliðini bíðað eftir, at onnur skuldu slættað teimum vegin, høvdu Føroyar ikki nátt altjóða endaspølum í ár. Tað krevur áræði, vilja og hart arbeiði at vinna sær pláss. Eisini í politikki, vinnulívi og samfelagsviðurskiftum – og hjá tykkum ungu. 

Aksel V. Johannesen hevði eisini longu tá havt eina áheitan á miðlar - og á allar føroyingar - um ikki at "tosa eitt Exit Føryar í gongd". 

- Tí sannleikin er, at færri føroyingar eru fluttir av landinum í ár enn í fjør.  Avbjóðingin er, at fleiri av teimum, sum eru farin, ikki koma aftur. 

Tískil royndi løgmaður at nýta hetta høvi 31. desember 2024 at savna tjóðina og at ganga á odda við at tosa Føroyar upp. - Vit eru ikki avbyrgdar ella tilafturskomnar - Tí í sjálvum sær eru Føroyar ikki á nakran ávísan hátt. Føroyar eru sum fólkini, ið búgva her. 

Hann viðgekk, at tað skal nakað til. Eitt serstakt umhvørvi varð nevnt: 

- Tað krevur, at tey ungu fáa eitt lestrarumhvørvi og onkustaðni at búgva – eitt Oyrasund í Føroyum. Tað krevur, at vit raðfesta ungdómin. Og tað krevur, at vit kunnu bjóða teimum, sum vilja flyta heim eftir loknan lestur, ein bústað.

Til ber at lesa alla nýggjársrøðina HER

Til ber at síggja og hoyra løgmann HER

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder