Fyriuttan fýrverk og eld, so hevði løgreglan nøkur onnur mál at taka sær av í gjár, í nátt og í morgun.
Sí eisini: Eldur í hoyggj og bil
31. desember var eitt sonevnt soloóhapp í Hósvík. Tað stóðst ikki stórvegis skaði av hendingini, men tá løgreglan kom á staðið varð staðfest, at bilførarin ikki var heilt edrúir. Harvið varð ein blóðroynd tikin, greiðir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn frá.
Persónurin varð leyslatin seinni, men um úrslitið vísur tað, sum alt bendir á, so verður viðkomandi skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.
Um trý-tíðina í nátt varð ein rútur brotin í einum handli í Havn. Persónurin, sum hevur framt hervekið, varð handtikin. Hetta var tó ikki uttan mótstøðu.
Viðkomandi liggur framvegis á støðuni. Tað er ikki heilt greitt enn, um mál verður reist um endurgjald fyri hervekrið. Hetta snýr ser serliga um, hvat fólkini handan handilin gera av at gera við málið
Millum klokkan fimm og seks í morgun fekk løgreglan fráboðan um møguligan harðskap í Vágum. Hetta skal kannast nærri í dag
Nógv fólk var úti í nátt. Sum heild er nøgdsemi í løgregluni um, hvussu gamlárskvøld spældi av.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald