Talan gjørdist um eina syrgiliga byrjan uppá 2025 í størsta býnum í amerikanska býnum New Orleans.
Umleið klokkan trý í nátt lokala tíð koyrdi ein maður inn í eina stóra mannamúgvu á Bourbon Street. Førarin hevði eisini vápn við sær, og nú er greitt, at í øllum førum tíggju fólk hava latið lív vegna tilburðin.
35 fólk vórðu løstaði í tilburðinum, sum myndugleikar í New Orleans skýrdu at vera yvirgangur.
Talan var tó týðiliga um eina tilætlaða gerð. Illgerðarmaðurin endaði sínar dagar við at løsta fleiri løgreglufólk í skotbardaga. Viðkomandi doyði sjálvur í hesum.
Tað er ikki endaliga greitt, hví maðurin framdi hetta. FBI kannar málið nærri, og helst koma fleiri upplýsingar, sum dagurin gongur í USA.
Á tíðindafundi tíðiliga í kvøld varð kunngjørt, at talan er um ein 42-ára gamlan amerikanskan ríkisborgara. Shamsud Din Jabbar er føddur í Texas - hann hevur áður verið í hertænastu fyri USA men hevði eitt IS-flagg í bilinum, sum var við at drepa fleiri fólk tíðliga í dag. Hetta skrivar millum annað CNN.
Tilfar til at spreingja við varð eisini funnið í bilinum hjá Din Jabbar. FBI fær framvegis ikki prógvað yvirgang men arbeiðir útfrá, at illgerðarmaðurin ikki arbeiddi einsamallur. Harvið verður nú hugt eftir, hvørjum hann hevur samskrift við seinastu samdøgrini.
Jeff Landry, guvenørur í Louisiana, hevur lýst neyðstøðu at vera í statinum.
Dagført: 20.19
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald