Ein skottilburður í býnum Cetinje í Montenegro kostaði nýggjársdag fleiri mannalív.
Ein 45 ára gamal maður fór at skjóta frá hond á eini matstovu, og drap eigaran og minst níggju onnur fólk, harav tvey børn, skrivar dr.dk.
Hetta hevur landsins innanríkisráðharri, Danilo Saranovic, váttað á einum tíðindafundi, sambært AP tíðindastovuni.
Millum tey deyðu skal vera familja, hjá gerningsmanninum.
Maðurin rýmdi eftir skottilburðin, men seinni varð hann funnin nærhendis heimi sínum, varð umringaður av løgregluni, og royndi tá at fremja sjálvmorð, upplýsir løgreglan fyri Reuters.
Hann doyði av løstunum á veg til sjúkrahúsið.
Forsætisráðharrin í Montenegro hevur lýst landasorg í tríggjar dagar eftir skottilburðin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald