Innanlands

Koyrdi seg fastan oman fyri Funning

Útlendingar vilja sleppa til Gjáar – eisini í kava og ringum koyrilíkindum nýggjársdag

Gjáarskarð í morgun (Vevmynd: Landsverk)

Gjáarskarð í morgun (Vevmynd: Landsverk)

2025-01-02 08:16 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Um 13 tíðina í gjár varð løgreglan uppringd av einum útlendskum ferðafólki, sum boðaði frá, at hann hevði koyrt seg fastan á vegnum niðan úr Funningi.

Bilurin var komin ov langt út á vegin, var smokkaður, og nú slapp hann ikki víðari. Tað eydnaðist at hjálpa bilinum uppaftur uttan at nakar skaði hendi.

Vakthavandi á løgreglustøðini staðfestir í morgun, at hóast kavi og ring koyrilíkindi eru, so eru tað framvegis útlendingar, sum vilja sleppar at uppliva Gjógv, eisini nýggjársdag.

Í hesum sambandi heitir hann á ferðafólk og ókunnufólk um at vera varðin í fersðluni í dag. Serliga til Gjáar og eftir Oyggjarvegnum eru koyrilíkindini sera vánalig í morgun. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder