Innanlands

Koyrilíkindini framvegis ikki av teimum bestu

Landsverk ávarar um hálku í nógvum støðum - tað sær tó ikki so galið út seinni í dag í mun til avfall

2025-01-02 13:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Frá morgunstundini av ávaraði Landsverk um, at tað var hált kring alt landið

Tað eru nakað betri koyrilíkindi nú, men á yvirlitinum landsverk.fo sæst, at roknast kann við hálku í nógvum ymiskum støðum. 

Sí eisini: Koyrdi seg fastan omanfyri Funning

Tað er ikki serliga nógvur vindur, men kalt er. Rímiliga nógvur kavi kom niður gamláarskvøld og serliga fyrsta dagin í 2025.

Sambært verðurforsøgnini kann væntast, at tað verður nakað av avfalli seinnapartin, men at tað síðani verður turt í kvøld. Kuldin - og harvið hálka - kann tó framvegis gera tað avbjóðandi at koyra í støðum.

Sí veðrið her

Almenna samferðslan koyrir sum vant.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder