Uttanlands

Portugal: Heiladeyð kvinna eigur son

Portugisiska ítróttakvinnan Catarina Sequeira hevði verið heiladeyð síðan desember

Mynd: BBC

Mynd: BBC

2019-03-31 14:42 Author image
Alda Nielsdóttir

Hósdagin átti portugisiska ítróttakvinnan Catarina Sequeira ein son. Catarina Sequeira var 26 ára gomul, og hevði hon verið heiladeyð síðan desember.

Lítli drongurin, ið fekk navnið Salvador, varð føddur aftaná 32 vikum, og er í løtuni innlagdur á sjúkrahúsi.

Hetta er aðru ferð, at eitt barn verður borið í heim til heiladeyða mammu í Portugal, skrivar BBC.

Catarina Sequeira hevði haft astma, síðan hon var lítil, og var tað astma sum var orsøkin til, at hon endaði í koma, tá hon var komin 19 vikur. Eftir fáar dagar, 26. desember, varð staðfest, at hon var heiladeyð.

56 dagar seinni, varð sonur hennara føddur við keisaraskurði.

Tað var familjan, sum tók avgerð um, at barn hennara skuldi haldast á lívi, og hetta var møguligt, tí at Catarina Sequeira ongantíð hevði boðað frá, at hon ikki ynskti at vera yrkisgagnsgevi.

Í Portugal er skipanin nevniliga tann, at øll kunnu geva yrkisgøgn uttan so at viðkomandi boðar frá, at tey ikki ynskja hetta.

Bæði pápin at barninum og restin av familjuni ynskti, at barnið skuldi berast í heim.

Lítli drongurin vigaði 1.7 kilo, tá hann varð føddur, og hann skal væntandi verða verandi á sjúkrahúsinum í tríggjar vikur.

Í 2016 varð eitt annað barn, Lourenço, føtt í Lissabon, eftir at mamman hevði verið heiladeyð í 15 vikur.

 
placeholder
placeholder