Ein maður er handtikin fyri at hava givið Liam Payne rúsevni í Argentina, upplýsir argentinska løgreglan.
Bretski sangarin andaðist 16. oktober, eftir at hann datt av einum svala á triðju hædd á gistingarhúsinum Casa Sur Hotel í argentinska høvuðsstaðnum Buenos Aires
Líkskoðanin vísti, at Liam Payne hevði rúsevni, rúsdrekka og heilivág fyri tunglyndi í blóðinum, tá hann doyði.
Síðst í desember upplýsti ákærumyndugleikin í Argentina, at fimm fólk vórðu skuldsett í málinum.
Stjórin og tvey starvsfólk á gistingarhúsinum eru skuldsett fyri óviljað manndráp, meðan tvey onnur starvsfólk eru skuldsett fyri at hava givið Liam Payne rúsevni, og tað er ein teirra, sum nú er handtikin.
Liam Payne var partur av heimskenda dreingjabólkinum One Direction, sum varð stovnaður í bretsku útgávuni av sendingini "X Factor" í 2010. Bólkurin varð upploystur í 2016.
Liam Payne varð jarðaður í eingilska býnum Amersham 20. november.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald