Innanlands

– Mugu taka avbjóðingarnar við talgilda heiminum í størsta álvara

Steffan Klein Poulsen, tingmaður fyri Miðflokkin, tekur undir við løgmanni, sum í nýggjársrøðu sínari segði, at telefonir eiga at verða bannaðar í fólkaskúlanum

Steffan Klein Poulsen, tingmaður fyri Miðflokkin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Steffan Klein Poulsen, tingmaður fyri Miðflokkin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-01-05 11:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

– Talgildi heimurin og skíggin eru størri og sterkari enn bæði vit og børn okkara. Tað kann tykjast sum eitt ógjørligt stríð.

Soleiðis segði Aksel V. Johannesen, løgmaður m.a. í nýggjársrøðu sínari fyri 2024.

Hann segði, at fartelefonir eiga at vera bannaðar í fólkaskúlanum, og spurningurin er, um aldursmark ikki eisini skal setast á sosialar miðlar.

Les eisini: Løgmaður vil banna telefonum í fólkaskúlanum

Hesum tekur Steffan Klein Poulsen, tingmaður fyri Miðflokkin undir við.

– Eg var sera positivt yvirraskaður av hesum orðunum hjá Løgmanni, tí tey kundu tað sama verið míni egnu. Tað er ongin ivi í mínari sál um, at vit mugu gera meira fyri at verja føroysku børnini ímóti áganginum frá talgilda heiminum. Tey eru als ikki búgvin at møta tí, sum liggur har úti, skrivar hann í lesarabrævi, sum kann lesast her.

Steffan Klein Poulsen heldur tó, at tað eru nógv fleiri tiltøk, sum skulu setast í verk hesum viðvíkjandi.

– Eitt er ímeðan tey eru í skúla, men hvussu er so í teirra frítíð, tá tey koma heim til sin sjálvs ella onnur vinfólk? Tað er blivið alt ov vanligt at síggja børn við einari snildfon ella einum teldli í hondini. Avgerandi leikluturin hjá foreldrunum skal tí eisini setast á breddan, sigur han.

Tiltøk, sum eiga at verða sett í verk, sambært tingmanninum, snúgva seg um tilmæli til foreldur um børn og talgilda heimin, aldursmark á sosialar miðlar, átøk um skilagóða atferð á netinum, og krøv til m.a. pornografiskar heimasíður um, at teirra brúkarar við samleikaprógvi skulu vátta, at teir ikki eru undir 18 ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder