Innanlands

Tvey skip og ein smábátur tørv á hjálp í gjár

Ein smábátur og ein trolari høvdu maskintrupulleikar, og eitt línuskip helt seg hava fingið um skrúvuna

Vaktarskipið Brimil (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Vaktarskipið Brimil (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2025-01-05 13:31 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár, stutt eftir klokkan 11, fekk MRCC eina fráboðan um, at ein smábátur hevði maskintrupulleikar út fyri Válgaravík.

Bjargingarbáturin Arun varð boðsendur, men áðrenn hann hevði loyst, fekk báturin gongd aftur í motorin, skrivar Vørn.

Stutt fyri klokkan 15 seinnapartinkom eisini ein fráboðan frá einum línuskipi, sum fiskaði norðanfyri og helt seg hava fingið um skrúvuna. Skipið bað Brimil fylgja sær til Klaksvíkar, men ávegis til skipið fekk Brimil eina aðra fráboðan, og skipið kom til Klaksvíkar við egnari hjálp.

Seinnu fráboðanina fekk Brimil stutt eftir klokkan 16. Tá var tað ein trolari, sum hevði fingið maskintrupulleikar og bað um sleip.

Trolarin var staddur fýra fjórðingar úr Mjóvanesi. Fýra tímar seinni var Brimil komin til Klaksvíkar við trolaranum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder