Mentan

Niðurlendsk listafólk við forvitnisligum listaverkætlanum í Vági

Í ár verður Vágs kommuna karmur um fleiri listaverkætlanir, tá niðurlendsku Floortje Zonneveld, Martijn Bastiaans og Eva Bullens, sum kommunan samstarvaði við í 2023, og danska Alberte Holmø Bøjesen koma til Vágs

Niðurlendsku listafólkini, Floortje Zonneveld, Martijn Bastiaans og Eva Bullens koma aftur til Vágs seinni í ár (Mynd: Vágs kommuna)

Niðurlendsku listafólkini, Floortje Zonneveld, Martijn Bastiaans og Eva Bullens koma aftur til Vágs seinni í ár (Mynd: Vágs kommuna)

2025-01-06 12:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í februar og mark og aftur á heysti, verður Vágs Kommuna karmur um fleiri listaverkætlanir, tá niðurlendsku listafólkini, Floortje Zonneveld, Martijn Bastiaans og Eva Bullens, sum kommunan samstarvaði við í 2023, og danska listakvinnan Alberte Holmø Bøjesen at búleikast í Vági.

Seinastu 10 árini hava niðurlendsku listafólkini ferðast til Føroyar fyri at arbeiða við ymiskum listaverkætlanum saman við lokalum samfeløgum.

Tá Floortje, Martijn og Eva vitjaðu í Vági í sambandi við listaverkætlanina Tíðin millum okkum (Community Art Project) í 2023, komu tey fram á eitt serstakt filmsarkiv í Vági. Hetta arkivið fevnir um upptøkur, sum Sævar Haldórsson og Pauli Poulsen hava gjørt seinastu 40 árini. Upptøkurnar dokumentera hendingar, tiltøk, persónar og annað forvitnisligt úr Vági.

Vágs Kommuna og listafólkini hava gjørt avtalu við Sævar og Paula um at framleiða ymisk video-tilfar úr hesum arkivi. Og so hvørt, sum tilfar verður sett saman, verða almennar sýningar í Vági.

Í mars byrjar taraverkætlanin við Floortje og Alberte Holmø Bøjesen. Tær báðar, saman við vágbingum og øðrum áhugaðum, fara ígjøgnum kanningararbeiði og skapandi verkstovur fyri at gera taraskógin sjónligan, kensligan, hoyriligan, luktiligan og smakkligan.

Floortje og Alberte hava ment skapandi verkstovur, sum tær fara at hava í nøkrum skúlum í Suðuroynni. Verkstovurnar eru partar av Listaleypinum.

Listakvinnurnar hava í samstarvi við FabLab í Vági og kvøldskúlan ment verkstovur, har luttakarar kunnu læra um tara gjøgnum skapandi tilgongdir. Hetta fevnir um kanningararbeiði, royndir og listaligan framburð. Síðst í mánaðinum verður ein almenn framsýning, har úrslitini av taraverkætlanini verða sýnd fram, skrivar Vágs kommuna.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder