Uttanlands

Yvir 50 fólk deyð í jarðskjálvta í Tibet

Skjálvtin var so harður, at hann merktist í Kathmandu, sum liggur 400 kilometrar burturi

2025-01-07 06:53 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tíðliga í morgun, lokala tíð hendi ein ógvursligur jarðskjálvti í Tibet-landslutinum í útsynningspartinum av Kina. Tað boðar Reuters tíðindastovan frá.

Skjálvtin varð máldur til 6,8 og miðdepulin var ikki langt frá næststørsta býnum í Tibet, Xigaze, sum er ein heilagur býur í tibetanskari mentan, skrivar dr.dk.

Talið ádeyðum eftir skjálvtan hava síðan verið vaksandi, og seinastu boðini frá statsligu kinesisku tíðindastovuni, Xinhua, siga, at minst 53 fólk hava latið lív.

Skjálvtin var so harður, at hann merktist í høvuðsstaðnum í Nepal, Kathmandu, sum liggur 400 kilometrar burturi.

Jarðskjálvtar eru ikki óvanligir í økinum. Í 2008 varð útsynningsparturin av Kina rakt av einum skjálvta á 8,0. Tá lógu 70.000 fólk lív. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder