Úrslitið frá hvørjum einstakum stati á amerikanska forsetavalinum 5. november 2024 er nú góðkent í amerikansku kongressini.
6. januar fjórða hvørt ár hittast bæði kømurini í kongressini, senatið og umboðsfólkatingið, fyri alment at góðkenna atkvøðurnar hjá valdu valfólkunum og vátta, hvør verður komandi forseti og varaforseti í USA.
Vanliga gongur hetta friðarliga fyri seg, men 6. januar 2021, varð tilgongdin órógvað av ógvusliga álopinum á kongressina, har fleiri túsund Trump-viðhaldsfólk royndu at forða fyri, at valúrslitið varð góðkent. Hóast álopið, varð úrslitið góðtikið seinni sama dag.
Orsaka av hesum, var stórt uppmerksemi um hendingina í gjár, hóast hetta ikki hevur fylt nógv í miðlunum í árunum frammanundan.
Kamala Harris, varaforseti og tapari á forsetavalinum, stóð á odda fyri fundinum. Seinast ein varaforseti skuldi standa fyri at góðkenna eitt val, hann sjálvur hevði tapt, var í 2001, tá Al Gore tapti fyri George W. Bush.
Atkvøðurnar vórðu lisnar upp, meðan umboð fyri bæði kømurini taldu. Eitt valevni skal hava minst 270 valfólkaatkvøður fyri at vinna. Donald Trump fekk 312 meðan Kamala Harris fekk 226.
Tá uppteljingin var liðug, kunngjørdi varaforsetin vinnaran av valinum: Donald Trump og varaforseti hansara, J.D. Vance. Komandi varaforsetin er senatorur fyri Ohio, og var sjálvur í salinum, tá atkvøðurnar vórðu taldar og góðkendar.
Donald Trump verður tikin í eið á einum størri hátíðarhaldi mánadagin 20. januar í Washington D.C. Tá skal komandi forsetin svørja ein eið, sum er skylda hansara sambæt grundlógini.
Komandi varaforsetin, J.D. Vance, var sjálvur til staðar í Kongressini í gjár. Hann er í løtuni senatorur fyri Ohio (Mynd: EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald