Tá Norrøna kom á Havnina í morgun var løgreglan, sum vanligt, til staðar fyri at gera markaeftirlit.
Har var eitt av ferðafólkunum afturhildið fyri ikki at hava neyðugu pappírini uppi á sær.
Talan er um ein mann úr Algeria, seinast í 30’unum. Maðurin varð tikin á løgreglustøðina fyri at fáa greiði á, hvørji ørindi hansara eru.
Vaktleiðarin hevði ikki fingið endaligt yvirlit yvir málið, tá hann tosaði við fjølmiðlarnar í morgun, men talan er vistnokk um, at hann ikki hevði neyðugt uppihaldsloyvi at vera í Føroyum.
Tá greiði er komin á hvørji ørindi hansara eru í Føroyum, verður støða tikin til hvat skal henda við honum, verður sagt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald