Innanlands

Bussur koppaður í Vágum

Tvey ferðafólk vóru við - sum skilst stóðst ongin mansskaði av óhappinum

2025-01-07 10:09 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein bussur hjá Bygdaleiðum koppaði um hálvgun tíggjutíðina oman út av vegnum á landsvegnum millum flogvøllin og Vatnsoyrar - brennivegurin, tey rópa.

Vakthavandi á politistøðini upplýsir, at tvey fólk vóru í bussinum, men sum skilst er ongin komin til skaða í óhappinum, sum helst skyldast hálku.

Bussurin liggur uttan fyri koyribreytina, so ferðslan er ikki ávirkað av óhappinum, verður upplýst av løgreglustøðini.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder