Innanlands

Skulu gerast sjálvbjargin við burðardyggum búnaðarvørum

Uppskot til nýggjan landbúnaðarpolitikk er sent út til almenna hoyring

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2025-01-07 12:36 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í dag hevur Uttanríkis- og vinnumálaráðið sent uppskot til nýggjan landbúnaðarpolitikk 2025-2035 til almenna hoyring.

Endamálið við landbúnaðarpolitikkinum er, at Føroyar í mest møguligan mun gerast sjálvbjargnar við burðardyggum, heilsugóðum, stuttfluttum, staðbundnum landbúnaðarvørum.

Uppskotið er gjørt við støði í tilmælum, sum eru komin fram á verkstovu, har feløg, einstaklingar og stovnar, ið umboða og hava áhuga í landbúnaði, viðgjørdu málini fyri føroyska landbúnaðin. Eisini hava verið kunnandi fundir við politisku flokkarnar um nýggja landbúnaðarpolitikkin, skrivar Uttanríkis- og vinnumálaráðið.

Málini fyri landbúnaðin:

Í landbúnaðarpolitikkinum verða m.a. ásett mál fyri:

  • Økta landbúnaðarframleiðslu fyri grønmeti, kjøt, mjólkarvørur, stráfóður og annað fóður – harundir sølumøguleikar, sláturvirki, Mvg-frítøku av føroyskum landbúnaðarvørum, øktan landbúnaðarstuðul o.a.
  • Betri lønsemi í landbúnaðinum.
  • Íløgur og samstarv í landbúnaðin við handilsvinnu, matstovuvinnu og ferðavinnu.
  • Heilsugóðan mat í almennum køkum.
  • At gera tað lættari hjá føroyskum húsarhaldum at keypa føroyskar landbúnaðarvørur til sámiligan prís.
  • At verja bestu landbúnaðarjørðina og tryggja burðardygd og djóravælferð.
  • Vitan, útbúgving og gransking í landbúnaðinum.

Samlaður pakki við ítøkiligum lógaruppskotum og kunngerðarbroyting:

Til tess at landbúnaðarpolitikkurin kann fremjast í verki og ítøkiligar broytingar verða settar í verk, verður hann lagdur fram sum ein samlaður pakki við fleiri lógaruppskotum og einari kunngerðarbroyting.

Talan er um hesi uppskot:

  1. Uppskot til samtyktar um landbúnaðarpolitikk 2025-2035.
  2. Landbúnaðarpolitikkur 2025-2035: “Landbúnaðarpolitikkur til framtíðina”.
  3. Broyting í løgtingslóg um landsjørð – har endamálið er at verja bestu landbúnaðarjørðina umframt aðrar broytingar.
  4. Broyting í løgtingslóg um búnaðargrunn – har endamálið er, at Búnaðargrunnurin kann styrkja heimildirnar at fíggja og stuðla fjølbroytta og økta landbúnaðarframleiðslu og átøk.
  5. Nýtt lógaruppskot um landbúnaðarstuðul.
  6. Uppskot til broyting í løgtingslóg um P/F Visit Faroe Islands, har landbúnaðurin fær umboð í nevndina.
  7. Uppskot til broyting í kunngerð um at umsita landsjørð, har m.a. prísirnir fyri at selja landsjørð verða dagførdir og hækkaðir.

Vóna nógv hoyringarsvar

Talan er um uppskot, ið viðgera týðandi tættir í øllum føroyska samfelagnum og í føroyskari søgu og mentan. Tí eru óivað nógvar ymsar hugsanir og meiningar um uppskotini.

Tískil vónar Uttanríkis- og vinnumálaráðið, at nógv hoyringarsvar fara at koma til uppskotini, sum síðani verða viðgjørd og uppskotini kunnu rættast og tillagast, áðrenn tey verða løgd fyri Løgtingið.

Freistin at koma við viðmerkingum er 3. februar. Uppskotini síggjast her

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder