Nógv hevur frammi um støðuna hjá Grønlandi seinastu tíðina. Tað sær út til at vera meira og meira týðiligt, at USA ynskir at keypa Grønlandi, men grønlendskir myndugleikar - og danskir - siga kortanei.
Donald Trump vil ikki avnokta, at hann ikki fer at nýta "megi" fyri at fáa Grønland Samstundis skínur sjálvstýrisynski hjá grønlendingum sterkari og sterkari, og í nýggja árinum hevur verið skrivað nógv um eina møguliga fólkaatkvøðu.
Sí eisini: Grønland í brennideplinum
Í øllum hesum, og beint eftir Donald Trump Jr. vitjaði í Nuuk - kom Tjóðveldi í gjárkvøldið við einari stuttari yvirlýsing.
- Sjálvavgerðarrætturin liggur hjá grønlendska fólkinum og onga aðrastaðni. Júst sum føroyski sjálvavgerðarrætturin liggur hjá Føroya fólki.
Gjørt verður greitt, at leiðslan í Tjóðveldi fult og heilt grønlendska stuðla avgerðarrættinum og stendur aftanfyri landið.
Leiðslan í Tjóðveldi skrivar soleiðis:
Tjóðveldi stuðlar grønlendska fólkinum
Tað er bara grønlendska fólkið, sum eigur avgerðarrættin um støðu Grønlands.
Sjálvavgerðarrætturin liggur hjá grønlendska fólkinum og onga aðrastaðni. Júst sum føroyski sjálvavgerðarrætturin liggur hjá Føroya fólki.
Leiðslan í Tjóðveldi stuðlar fult og heilt grønlendska avgerðarrættinum, eins og vit halda fast um okkara egna sjálvavgerðarrætt.
Leiðslan í Tjóðveldi
Sirið Stenberg, forkvinna
Høgni í Stórustovu, aðalstjórnarformaður
Hervør Pálsdóttir, næstforkvinna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald