Innanlands

Vestmanna kommuna: Vatnnýtslan er ov stór

Í fleiri kommunum eru trupulleikar við vatnveitingini - hetta vegna frost

Vatnmongdin frá reinsiverkinum í Vestmanna minkaði munandi í gjár, týsdagin. Kommunan heitir tí á fólk um ikki at lata vatn renna óneyðugt og í ringasta føri at lata tað lagra (Mynd: vestmanna.fo)

Vatnmongdin frá reinsiverkinum í Vestmanna minkaði munandi í gjár, týsdagin. Kommunan heitir tí á fólk um ikki at lata vatn renna óneyðugt og í ringasta føri at lata tað lagra (Mynd: vestmanna.fo)

2025-01-08 10:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Vatnmongdin frá reinsiverkinum er minkað munandi í dag. Orsøkin er helst, at borgarar lata vatnið renna, ímeðan frost er, fyri at sleppa undan frostspreingingum.

- Kommunan heitir tí á fólk um ikki at lata vatn renna óneyðugt og í ringasta føri at lata tað lagra.

Soleiðis skrivaði Vestmanna kommuna á heimasíðu sínari í gjárkvøldið. Harvið skulu borgarar nú vera meira varnir í mun til vatnið.

Talan er um líknandi trupulleika, ið eru aðrastaðni í løtuni. Frost og kundi kunnu geva nakrar avbjóðingar, hvat drekkivatnið viðvíkur.

Sunnudagin heitti Fuglafjarðar kommuna á borgarar, stovnar og virkir í Fuglafirði og á Kambsdali um at spara vatn - hetta orsakað av vatni

Á Stykkinum - í Kvívíkar kommunu - hava trupulleikar verið í ár. Rørini, sum liggja til reinsiverkið á Stykkinum, frystu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder