Innanlands

Arbeiðsloysið var 0,9 prosent í november

Hetta er eitt lítið vet hægri, enn tað var í november 2023. Arbeiðsloysið er minkað hjá kvinnum - tað er vaksið mest í Vágum

264 fólk vóru fulltíðararbeiðsleys í november

264 fólk vóru fulltíðararbeiðsleys í november

2025-01-08 15:14 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Arbeiðsloysið var 0,9 prosent í november 2024. Hetta svarar til 264 fulltíðararbeiðsleys. Sama mánað í 2023 var arbeiðsloysið 0,8 prosent við 249 fulltíðararbeiðsleysum.


[object Object]

Ein fulltíðararbeiðsleysur er ein persónur, sum er arbeiðsleysur allan mánaðin. Sum dømi kann nevnast, at eru tveir persónar raktir av arbeiðsloysi ein hálvan mánað hvør, telja báðir samanlagt sum ein fulltíðararbeiðsleysur hendan mánaðin. Í november vóru 310 persónar raktir av arbeiðsloysi, sum eru ellivu fleiri enn í november í fjør. 

[object Object]

Arbeiðsloysið er minkað hjá kvinnum 

Í november vóru 94 fulltíðararbeiðsleysar kvinnur, sum svarar til eitt arbeiðsloysi á 0,7 prosent. Hetta er 0,1 prosentstig lægri samanborið við sama mánað í fjør. Hjá monnum var arbeiðsloysið 1,0 prosent við 170 fulltíðararbeiðsleysum monnum. Hetta er 0,1 prosentig hægri enn í fjør.


[object Object]

Arbeiðsloysið vaksið mest í Vága øki

Landkortið vísir arbeiðsloysi eftir øki. Í november var arbeiðsloysið minst í Norðoya øki og Sandoyar øki við 0,5 prosentum. Samanborið við sama mánað árið fyri hetta óbroytt í Norðoya øki, men ein hækking við 0,4 prosentstigum í Sandoyar øki.

Størsta arbeiðsloysið i november var í Suðustreymoyar øki við 1,1 prosentum. Størsti vøkstur samanborið við í fjør var tó í Vága øki, har arbeiðsloysið er vaksið 0,4 prosentstig samanborið við sama mánað í fjør, tá tað var 0,5 prosent. 

Fleiri útgreinaði hagtøl um arbeiðsloysi býtt á øki kunnu síggjast á økissíðunum: Norðoya økiEysturoyar økiNorðstreymoyar økiSuðurstreymoyar økiVága økiSandoyar økiSuðuroyar øki

[object Object]


Arbeiðsloysið minkað í aldursbólkinum 16-24 ár

Minsta arbeiðsloysið var millum tey 16 til 24 ára gomlu við 0,6 prosentum. Hetta er 0,2 prosentstig lægri enn sama mánað í fjør. Persónar í aldrinum 25 til 34 ár høvdu størsta arbeiðsloysi við 1,3 prosentum í november. Hetta er 0,2 prosentstig hægri samanborið við november í fjør. 

[object Object]

Trettan prosent eru langtíðararbeiðsleys

Myndin niðanfyri vísir, hvussu leingi fólk hava verið rakt av arbeiðsloysi. Í november vóru 38 persónar ella 13 prosent av teimum arbeiðsleysu langtíðararbeiðsleys. Tað vil siga, at tey hava verið arbeiðsleys í longur enn eitt ár. Seks persónar fleiri eru langtíðararbeiðsleysir í november í ár samanborið við í fjør. Størsti bólkur av teimum arbeiðsleysu í november høvdu verið arbeiðsleys millum ein og tríggjar mánaðar.


[object Object]

Hagstova Føroya
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder