Uttanlands

- Vit eru ikki í einari uttanríkispolitiskari kreppu

Tað gevur meining, at Donald Trump sýnir Arktis áhuga, tá Russland og Kina eru meira virkin í økinum, heldur Lars Løkke Rasmussen. - Tað er ikki alt, man hugsar, sum skal sigast hart, og pulsurin burdi komið eitt sindur niður hjá øllum

Donald Trump vil ikki vísa aftur, at USA kann nýta hermegi ella fíggjarligt trýst fyri at fáa valdið yvir Grønlandi. Sonur komandi forsetan vitjaði Nuuk í gjár og heldur, at danir sýna rasismu yvirfyri grønlendingum. Í dag hevur Lars Løkke, uttanríkisráðharri, svarað nøkrum spurningum um støðuna og millum annað tikið ríkisfelagskapin við (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Donald Trump vil ikki vísa aftur, at USA kann nýta hermegi ella fíggjarligt trýst fyri at fáa valdið yvir Grønlandi. Sonur komandi forsetan vitjaði Nuuk í gjár og heldur, at danir sýna rasismu yvirfyri grønlendingum. Í dag hevur Lars Løkke, uttanríkisráðharri, svarað nøkrum spurningum um støðuna og millum annað tikið ríkisfelagskapin við (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-01-08 12:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Donald Trump vil ikki vísa aftur, at USA kann nýta hermegi ella fíggjarligt trýst fyri at fáa valdið yvir Grønlandi. Sonur komandi forsetan vitjaði Nuuk í gjár og heldur, at danir sýna rasismu yvirfyri grønlendingum.

Sí eisini: Trump yngri: Grønland elskar Amerika og Trump

Tað sær út til at vera eitt ávíst trýst á dønum - eisini frá grønlendingum sum ynskja loysing.

Í dag hevur Lars Løkke Rasmussen svarað nøkrum spurningum frá donskum miðlum, ið spentir bíðaðu á Christiansborg til danski uttanríkisráðharrin kom av fundi.

- Eg síggi tað ikki sum, at vit eru í einari uttanríkispolitiskari kreppu í mun til Grønland og USA. Vit hyggja ikki eftir møguligum ósemjum men heldur samstarvi.

Løkke hevði ikki beinleiðis hug at sláa alt upp í glens, men í mun til útsagnirnar hjá Trump um, at tað møguliga verður lagt stórt trýst á, helt danski ráðharrin soleiðis fyri:

- Nú havi eg sjálvur royndir við Donald Trump og veit eisini, at tað ikki er neyðugt at siga alt hart, sum man hugsar. Eg royni at fyrihalda meg til veruleikan. Eg haldi, at vit øll kunnu gera okkum tí tænastu at fáa pulsin eitt sindur niður.

Lars Løkke Rasmussen vísti eisini á, at áhugin hjá Donald Trump og USA gevur meining frá einum geopolitiskum sjónarhornið:

- Geopolitikkur fyllur nakað meira nú. Tað hendir nógv í Arktis, og vit síggja tíverri eisini, at stórveldi standa yvirfyri hvørjum øðrum. Russland rustar og er meira virkið, og Kina byrjar eisini at vísa áhuga. Tað er tí heilt legitimt og skilligt, at USA hyggur meira eftir Arktis - og forrestin eisini NATO og ríkisfelagskapurin.

Júst Ríkisfelagskapurin - Danmark, Grønland og Føroyar - skulu finna sítt pláss í hesum meira ótrygga heiminum, helt Lars Løkke Rasmussen fyri. Til seinast staðfesti hann, at man skal vera opin í samskiftinum við USA.

Les eisini: Grønland í brennideplinum

Dagført: 12.59

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder