Kjakið um Grønland og framtíðarstøðu tess fyllur nógv á politiska pallinum og í miðlum í fleiri ymiskum londum.
Sí eisini: Løkke: - Veit eru ikki í einari uttanríkispolitiskari kreppu
Les eisini: Grønland í brennideplinum
Av givnum orsøkum er tað eitt stórt mál í Danmark, sum Grønland hoyrir undir á ríkisrættarliga økinum.
Stendur tað tó til nógvar grønlendingar, so skal hendan støðan broytast, áðrenn ov long tíð er fráliðin. Sjálvstýrisrørslan er vaksin í vavi og styrki seinastu árini í Grønlandi. Uppskot er gjørt til grønlendska grundlóg, og í nýggjársrøðu sínari var landsstýrisformaðurin Múte B. Egede nógv inni á evninum.
Ein møgulig fólkaatkvøða í Grønlandi hevur verið uppi og vent, tó at tað ikki er endaliga semja um hetta. Politikarar og viðmerkjarar í Danmark eru eisini ymiskir á máli hesum viðvíkjandi. Danmark hevur sínar greiðu orsøkir til at vilja halda fast í Grønlandi.
Tað hevr verið nevnt sum møguleiki, at tað eisini burdi verið fólkaatkvøða um spurningin um Danmark. Hetta er tó bert tos enn, men í spurnarkanning sum Megafon hevur gjørt fyri Politiken og TV2 sæst, at tað í Danmark sær út til at verameiriluti fyri, at grønlendarar skuldi farið á fólkaatkvøðu - men eisini at Grønland burdi verið verandi í ríkinum.
Myndir: Megafon (fyri Tv2 og Politiken)
Ein lítil meiriluti av teimum 1.001 fólkunum, sum svaraðu mánadagin 6. januar, eru fyri fólkaatkvøðu í Grønlandi innan fimm ár.
Nakað fleiri - 58 prosent - halda, at Danmark og Grønland skulu framhaldandi vera í einum ríkisfelagskapi. Tó er ein ávís óvissa, og Nauja Bianco úr Nuuk, sum er fyrrverandi stjóri í grønlendska húsinum, heldur at tað er áhugavert, at beint yvir ein fjórðingar av teimum spurdu síggja út til at hava lurta eftir grønlenska ynskinum um sjálvsræði. Hetta sigur Bianco við TV2
Annars sær beint yvir helmingurin (53 prosent) av teimum 1.001 í Danmark, at tað er ein fyrimunur fyri Danmark at vera í ríkisfelagskapinum Grønland. Ein fjórðingur (25 prosent) heldur, at tað er sum so líkamikið.
Hinvegin er stór semja í Danmark um, at tað er ein fyrimunur fyri grønlendarar at vera saman við teimum. Heili 79 prosent av teimum spurdu nikka til hetta.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald