Mentan

Filmsfelagið: Hvussu langur er vegurin heim úr Sýria?

Nikolaj Lie Kaas hevur høvuðsleiklutinum í nýggja danska filminum, sum verður sýndur mikudagin

2025-01-09 09:54 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í nýggja danska spenningsfilminum ”Vejen hjem” hevur Nikolaj Lie Kaas (f.1973) høvuðsleiklutinum sum Christian, ið verður tvungin at taka støðu til og svara spurninginum ”Hvussu langt vilt tú fara, at bjarga tí, tú elskar?” 

Í eini desperatari roynd at finna sonin, Adam, letur Christian seg smugla inn um sýriska landamarkið. Umframt at ferðin inn í harðrenda og krígsherjaða landið er lívshættislig, er hon eisini sjálvrannsakandi.

Sum frálíður, sannar Christian, at hann skal gera seg til reiðar at ofra alt, hann higartil hevur fest sína trúgv og tilveru á, skal hann nakrantíð síggja sonin aftur.

Albert Rudbeck Lindhardt (f.2001), ið er sonurin Adam, var eisini sonurin í altjóða virðislønta filminum “Druk” hjá Thomas Vinterberg. Hann var eisini við í filmunum “Kollision”, “Retfærdighedens ryttere” og ungdómsfilminum “Smuk”.

Leikstjóri er Charlotte Sieling (f.1960), sum fyrr hevur gjørt filmarnar “Margrete den Første” og “Mesteren”, og hevur havt faklig filmsskeið í Føroyum.

Filmsfelagið sýnir ”Vejen hjem” mikudagin. kl. 20 í Havnar Bio 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder