Uttanlands

- ‘América Mexicana’ – ljóðar tað ikki væl?

Meksikanski forsetin gevur Donald Trump aftur av somu skuffu

Claudia Sheinbaum, forseti, framman fyri søguliga meksikanska kortinum (Mynd: EPA)

Claudia Sheinbaum, forseti, framman fyri søguliga meksikanska kortinum (Mynd: EPA)

2025-01-09 11:52 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eitt av teimum mest umrøddu uppskotunum, sum komandi amerikanski forsetin, Donald Trump, nevndi tá hann helt tíðindafund heima á Mar-a-Lago í Florida týsdagin var, at hann ætlaði at broyta navnið á Meksikoflógvanum (Gulf of Mexico) til Amerikaflógvan (Gulf of America).

Trump helt, at tað var eitt meira hóskandi og vakurt navn.

Nú hevur meksikanski forsetin, Claudia Sheinbaum, svarað aftur. Hon mælir at Norðuramerika heldur verður rópt “América Mexicana”.

Tað segði hon á einum tíðindafundi í morgun, standandi framman fyri einum søguligum heimskorti frá 1600-árunum. Kortið vísir, at Meksiko tá røkk langt norður í núverandi USA.

- Tað ljóðar væl, ikki so?, segði hon speiskliga.

Útsøgnin hjá Trump um Meksikoflógvan kom á sama fundi, har hann nevndi møguleiken at brúka hermegi móti Grønlandi, Kanada og Panama fyri at tryggja USA ræðisrætt í hesum londunum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder