Skúlablaðið: Greiðar reglur fyri fartelefonnýtsluni og halda fast við tær og ikki lora. Tað hava tey roynt í Kollafjarðar skúla í eini fimtan ár, og tað riggar. Næmingarnir virða reglurnar og taka tær í álvara.
- Tað kemur næstan ikki fyri, at næmingur brýtur reglurnar. Hendir tað, taka vit telefonina frá næminginum, og foreldrini skulu eftir henni í skúlanum. Tað týdningarmesta er at halda fast, vera týðiligur, ikki gera undantøk, tí gert tú tað, gongur stutt tíð, so er tað eingin, sum virðir reglurnar, sigur Jón Højsted, skúlastjóri.
Reglurnar eru soleiðis, at næmingarnir í grunddeildini og miðdeildini ikki sleppa at hava telefon í skúlatíðini. Næmingarnir kunnu hava telefonina í taskuni, og tær skulu vera sløktar.
- Næmingarnir hjá okkum eru góðir at hava við at gera í so máta; teir taka reglurnar í álvara. Tá ið næmingarnir koma í sætta flokk, kemur okkurt skifti, helst orsakað av aldrinum, tí tá eru teir teir elstu næmingarnir í deildini. Kanska fyri at royna nøkur mørk kann tað koma fyri, at onkur tekur telefonina fram, men tað eru sera fá dømi um tað, og tí er tað eingin trupulleiki.
Til fyri nøkrum árum síðan høvdu næmingarnir í hádeildini loyvi at hava telefonina frammi í fríkorterinum, men síðan hevur skúlaleiðslan saman við skúlastýrinum gjørt ta regluna, at telefonin hjá næmingunum í hádeildini skal vera læst inni í einum skápi.
- Tað eru nógvar orsøkir til, at vit gjørdu hesa regluna fyri umleið fimm árum síðan. Tvey fríkorter um vikuna sleppa næmingarnir at keypa í einum handli í grannalagnum, og tá kunnu teir hava telefonina við, tí nógv hava gjaldskort á telefonini. Tá ið teir eru aftur í skúla, fer telefonin aftur inn í skápið, sum verður læst.
Stóð tað til skúlastjóran, kom telefonin als ikki við í skúla. Hann heldur, at telefonin hevur havt sera óhepnar avleiðingar á børn yvirhøvur.
- Sum eg síggi tað, so er trupulleikin við fartelefonini ikki í skúlanum, men í heiminum ella frítíðini hjá næminginum. Foreldur eru hjálparleys, tí tey megna ikki at stýra nýtsluni hjá børnunum. Taka tey telefonina frá barninum, verður barnið avbyrgt úr øllum felagsskapum, og tað er tað eingin, sum vil. Vit síggja tað ógviliga væl á børnum, at tey eru nógv á telefonini. Tað er ein sera stórur bólkur av næmingum, sum eru nógv verri fyri fysiskt og motoriskt, enn børn vóru fyrr, og málsligi førleikin er nógv versnaður.
Málsligar avleiðingar eru eisini av telefonnýtsluni, heldur Jón Højsted
Nógv samskifta helst og bara á enskum. Um eini fimtar ár hevur enskt trokað føroyskt væl og virðiliga til viks, rokni eg við. Nógv smábørn tosa enskt sínámillum, og tað eru eisini børn, sum heldur vilja tosa enskt enn føroyskt, tá ið tey skulu greiða frá onkrum í tímanum. Vit síggja eisini, at tey eru ógviliga illa fyri, tá ið tey skulu royna nakað nýtt. At ganga í fjøruni, náttúruni og aðrastaðni er fremmant fyri tey, og tey kenna lítið til handverk og duga til dømis ikki at halda einum hamara ella øðrum tólum.
Í skúlanum í Kollafirði verður nógv gjørt við at tosa við foreldrini um fartelefonnýtsluna.
- Vit heita altíð á foreldur fyri barnsins besta um at bíða sum longst at geva børnunum snildfon, og eisini at foreldrini gera sínámillum avtalur um nýtsluna av telefon. Foreldur royna og eru samd við okkum í at tálma nýtsluni, men tey eru máttleys, bæði tá ið talan er um nýtsluna av telefonini og øllum tí, sum hendir á telefonini. Skíggjanýtslan í dag samanborið við fáum árum síðan er nógv versnað. Mínar royndir eru, at børn eru nógv glaðari, tá ið tey ikki hava telefon. Øvut, so er hýrurin á teimum nógv verri, beinleiðis ringur, tá ið tey eru nógv á telefonini. Bundinskapurin og fysiski passiviteturin gera, at alt tykist vera líkamikið; tey fáa ongantíð pulsin upp, og tey missa nógvar upplivingar, tí tey bara eru á telefonini.
Allir flokkarnir í Kollafjarðar skúla eru á setursskúla á hvørjum ári í tveir dagar, og teir sleppa ikki at hava telefonina við.
- Tað er als eingin trupulleiki, at næmingarnir ikki sleppa at hava telefonina við, tí teir eru vanir við tað og vita, at hon ikki skal við. Teir eru vanir at vera saman við hinum næmingunum og onga telefon hava. Fara vit uttanlands við eldri næmingum, so sleppa teir at hava telefonina við, men eisini tá avmarka vit nýtsluna hjá teimum við bara at loyva henni onkuntíð – í tíðaravmarkaða tíð; eisini tað góðtaka næmingarnir uttan trupulleika.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald