Innanlands

Burðatalið vaks í 2024

591 nýggir føroyingar komu í verðina í 2024, og hetta eru 17 nýføðingar fleiri samanborið við 2023. Væntandi verða umleið 200 børn fødd fyrstu fýra mánaðirnar í 2025

Burðatalið er annars lækkað nógv seinastu árini í Føroyum (Mynd: hmr.fo)

Burðatalið er annars lækkað nógv seinastu árini í Føroyum (Mynd: hmr.fo)

2025-01-09 17:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Tað er at fegnast um, at tilsamans 591 nýggir føroyingar komu í verðina í 2024. Hetta eru 17 nýføðingar fleiri samanborið við árið frammanundan. Ein lítil og sera týdningarmikil øking í burðatalinum.

Soleiðis skrivar Heilsumálaráðið á heimasíðu sínari seinnapartin, í sambandi við at burðartølini verða kunngjørd.

Tað sær eisini út til, at talið fyri 2025 kann verða høgt í nýggjari. Væntandi verða umleið 200 børn fødd fyrstu fýra mánaðirnar í ár

- Hvørt einasta nýfødda barn er partur av einum nýggjum ættarliði. Nýføðingurin ber við sær vón fyri framtíðina og hevur týdning bæði fyri einstøku familjuna og alt samfelagið. Vit eiga at fegnast um hesa gongd, og samstundis framhaldandi gera neyðug átøk fyri, at vøksturin heldur fram. Tað er ikki bert ábyrgd hjá tí einstaka, men eisini ein felags ábyrgd hjá samfelagnum at skapa góðar karmar fyri lívið og framtíðina, sigur Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum.

Burðatølini seinastu 11 árini

Kelda: Hagstova Føroya og Sjúkrahúsverkið

Burðatalið er lækkað nógv seinastu árini. Í 2023 fór føðitíttleikin í Føroyum fyri fyrstu ferð niðurum tvry børn fyri hvørja kvinnu í barnsburðaraldri. Í mong ár hevur føðitíttleikin í Føroyum verið serstakliga høgur samanborið við onnur lond, men líkist nú meira føðitíttleikanum í øðrum evropeiskum londum.

Hendan gongdin hevur vakt áheitanir um at tryggja betur umstøður fyri barnafamiljur og ung. Tí er tað eitt gott tekin, at burðatalið nú kvinkar upp eftir. 

- At fleiri børn verða fødd, bendir á, at vón er um framtíðina, og at fólk hava álit á gongdini í samfelagnum. Tey nýggju ættarliðini bera við sær nýggja orku og eru okkara trygd fyri, at samfelagið verður varðveitt og ment, bæði búskaparliga og mentanarliga, skrivar Heilusmálaráðið at enda.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder