Fyrstu tríggjar dagarnar í árinum upplivdu samanlagt átta gentur og ungar kvinnur í Aarhus, at nøkur fólk gjørdu seg inn á tær.
Løgreglan í Eysturjútlandi er rímiliga vís í, at talan er um somu fólk, sum hava framt brotsgerðirnar: Ein bólkur á tríggjar gentur sum eru bert 12 og 13-ára gamlar.
Hesum váttar Østjyllands Politi fyri TV2 Østjylland í dag, hósdagin 9. januar.
Eftir at ein 17-ára gomul kvinna varð álopinum handilsmiðstøðini Bruuns Galleri i Aarhus fyri einari viku síðani, 2. januar, vóru tær tríggjar genturnar afturhildnar, eyðmerktar og sosialu myndugleikarnir fingu boð um hendingina.
Løgreglan arbeiðir útfrá, at hesar gentur eisini hava gjørt seg inn á sjey aðrar gentur og kvinnum í aldrunum 14 til 25 ár.
Hendingarnar eru farnar fram í handilsmiðstøðini ella beint við høvuðsbanagarðin í størsta jútska býnum, skrivar TV2.
Illgerðirnar hava líkst, og tað bendir á, at tær eru ómotiveraðar - einki greitt motiv , sum til dømis stuldur, fyriliggur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald