Innanlands

Drepa ikki grindina í kvøld

Men møguliga í morgin, staðfestir Tórur Simonsen, grindaformaður í Hvannasundi, fyri Norðlýsinum

Um grindin framvegis verður her í morgin, so halda vit henni til, sigur Tórur Simonsen (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

Um grindin framvegis verður her í morgin, so halda vit henni til, sigur Tórur Simonsen (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2025-01-09 16:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er vorðið myrkt - ov myrkt til at drepa nakra grind.

Hetta kann Tórur Simonsen nú staðfesta. Grindaformaðurin í Hvannasund tosaði við Norðlýsið fyri løtu síðani.

Seinnpartin, beint eftir klokkan 15, varð boðað frá, at ein lítil grind var funnin á Árnafjarðarvík. Tá var eingin bátur komin til grindina tá og ivasamt var, um hon fór at verða hildin til.

Um so var, so skuldi hetta fara fram í Hvannasundi. Tá Portalurin tosaði við Jacob Vestergaard, sýslumann, beint fyri klokkan 16, hevði hann ikki fingið endaligt svar frá grindaformanninum.

Nú er greitt, at eingin grind verður hildin til í Hvannasundi í dag.

Tó verður lítla grindin hildin til í morgin, fríggjadagin, um hon framvegis verður har tá. Hetta sigur Tórur Simonsen við Norðlýsið.

Dagført: 16.51

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder