Vestmanna kommuna heitir á borgarar um ikki at brúka meira vatn enn hægst neyðugt.
Nýtslan av vatni hevur verið væl hægri hesar køldu kavadagarnar, enn nýtslan vanliga er. Hetta kanska tí, at borgarar lata vatnið renna, meðan frost, fyri at sleppa undan frostspreingingum.
Hóast vatninntøkan er á einum støði, sum vanliga er nøktandi, so megnar framleiðslan ikki at fylgja við, sigur kommunan. Hetta ávirkar nú ovasta part av bygdini, sum ikki fær vatn í løtuni.
Arbeitt verður við trupulleikanum, sigur Vestmanna kommuna á heimasíðuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald