Uttanlands

Biden heldur fráfaringarrøðu hósdagin

Náttina til hósdagin fer fráfarndi amerikanski forsetin at halda røðu fyri amerikonsku tjóðini

Fráfaringarrøðan hjá Joe Biden verður send beinleiðis úr skrivstovuni hjá forsetanum í Hvítu Húsunum (Mynd: EPA)

Fráfaringarrøðan hjá Joe Biden verður send beinleiðis úr skrivstovuni hjá forsetanum í Hvítu Húsunum (Mynd: EPA)

2025-01-12 14:23 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Náttina til hósdagin fer fráfarandi amerikanski forsetin, Joe Biden at halda røðu fyri amerikonsku tjóðini.

Talan verður um eina fráfaringarrøðu, sum verður send beinleiðis úr Hvítu Húsunum mikudagin 15. januar klokkan 20 amerikanska tíð, sum er hósnáttina klokkan eitt okkara tíð.

Í røðuni fer Biden væntandi at hugleiða um eftirmæli sítt og tær avbjóðingar, sum USA, sambært honum, fer at hava, skrivar Ritzau.

Um góða viku verður Joe Biden avloystur av Donald Trump. Hann verður tikin í eið 20. januar.

Í USA er siðvenja, at ein fráfarandi forseti heldur eina fráfaringarrøðu, áðrenn hann fer úr Hvítu Húsunum.

Hetta er ein siðvenja, sum byrjaði við fráfaringarrøðuni hjá fyrsta amerikanska forsetanum, George Washington í september 1796. Røðan varð tó ongantíð hildin alment men varð í staðin almannakunngjørd í fleiri amerikonskum bløðum.

Donald Trump, sum var forseti frá 2017 til 2021, helt sína fráfaringarrøðu á Joint Airbase Andrews í Maryland. Har boðaði hann frá, at hann fór at koma aftur á ein ella annan hátt, og at tað fór at henda skjótt. Eisini ynskti hann nýggju umstingini góða eydnu.

Undanmaðurin hjá Trump, Barack Obama, sum var forseti frá 2009 til 2017, helt fráfaringarrøðu sína í Chicago í Illinois. Í røðu sínari heitti hann m.a. á áhoyrarar um at gerast virkin í stríðnum móti veðurlagsbroytingum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder