Innanlands

50 størri og smærri áarlop higartil í dag

Landsverk mælir fólki frá at koyra á Oyndarfjarðarvegnum og Selatraðarvegnum

Selatrað (Mynd: Kári Jacobsen)

Selatrað (Mynd: Kári Jacobsen)

2025-01-12 18:25 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fleiri enn 50 størri og smærri áarlop hava verið higartil í dag. Tað upplýsir Landsverk, har tey hava havt úr at gera við at rudda vegirnar.

Áarlopini hava serliga verið í Streymoynni, í Eysturoynni og á Kalsoynni. Nógv vatn er framvegis á vegunum.

- Vit vilja mæla fólki frá at koyra á Oyndarfjarðarvegnum og Selatarðarvegnum í kvøld. Bilførarar mugu vísa størsta varsemi tá koyrt verður millum bygdir, sigur Landsverk.

Sí eisini: Video: Her loypir Svartá á Selatrað

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder