Uttanlands

Biden tosað í telefon við Netanyahu

Partarnir, sum samráðast í Katar, eru nær við at fáa eina avtalu um vápnahvíld í lag, sigur amerikanskur trygdarráðgevi

Joe Biden hevur eina viku eftir í Hvítu Húsunum, áðrenn Donald Trump verður tikin í eið sum nýggjur forseti 20. januar (Mynd: EPA)

Joe Biden hevur eina viku eftir í Hvítu Húsunum, áðrenn Donald Trump verður tikin í eið sum nýggjur forseti 20. januar (Mynd: EPA)

2025-01-13 09:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanski forsetin Joe Biden hevur tosað við ísraelska forsætisráðharran Benjamin Netanyahu um samráðingarnar um vápnahvíld millum Ísrael og Hamas, sum hava verið í kríggj síðan oktober 2023.

Tað var í telefonsamrøðu í gjár, at teir báðir leiðararnir umrøddu samráðingarnar um vápnahvíld og leyslating av gíslum, sum í løtuni eru í gongd í Katar, skriva Hvítu Húsini.

Einki ítøkiligt verður tó sagt um eina møguliga avtalu, men trygdarráðgevin í Hvítu Húsunum, Jake Sullivan segði sunnudagin við CNN, at partarnir vóru sera nær við at fáa eina avtalu í lag, men at teir enn ikki vóru komnir heilt á mál. Hann legði afturat, at Biden dagliga verður kunnaður um gongdina í Katar, skrivar Ritzau.

Í telefonsamrøðuni vísti Biden á týdningin av at fáa vápnahvíld í Gaza alt fyri eitt, at fáa gíslar leysnatnar og at fáa meira neyðhjálp inn í Gaza, og ísraelski forsætisráðharrin takkaði Biden fyri stuðulin, sum USA hevur latið Ísrael.

Um eina viku, 20. januar, verður Donald Trump tikin í eið sum nýggjur forseti í USA, men sambært Sullivan er møguleiki fyri, at ein avtala um vápnahvíld verður gjørd, áðrenn Biden fer úr Hvítu Húsunum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder