12,7 milliardir vórðu útgoldnar í lønum í 2024, og tað er ein vøkstur á 600 milliónir, ella fimm prosent, samanborið við 2023, skrivar Hagstovan.
Vøksturin í útgoldnum lønum hevur verið støðugur seinastu árini, men vøksturin var tó eitt vet minni í 2024 samanborið við árini frammanundan.
Lønirnar útgoldnar í 2023 vóru 5,8 prosent hægri enn í 2022, og í 2022 vóru lønirnar 6,1 prosent hægri enn í 2021.
Seinastu árini hevur vøksturin hjá kvinnum verið javnari enn hjá monnum. Serliga var lønargongdin hjá monnum ávirkað av koronufarstóttini.
Í longri tíðarskeið hava menninir átt umleið 60 prosent og kvinnurnar 40 prosent av samlaðu lønunum, og í 2024 var samlaða býtið 61,1 prosent til menn og 38,9 prosent til kvinnur. Hetta er meira javnt samanborið við 2023, hvar kvinnur áttu 37,8 prosent av samlaðu árligu lønunum.
Vøksturin í lønum samanborið við undanfarna árið var tó størri hjá kvinnum enn hjá monnum. Av samlaða vøkstrinum upp á 600 milliónir krónur, áttu kvinnurnar yvir 60 prosent við 370 milliónum krónum.
Lønin hjá kvinnum var átta prosent hægri í 2024 samanborið við 2023. Hjá monnum var lønin trý prosent hægri, skrivar Hagstovan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald