Innanlands

Fleiri enn túsund fólkaskúlanæmingar læra fyrstuhjálp

Fram til 10. apríl er ætlanin, at í alt 1.035 ungdómar runt allar Føroyar skulu læra at geva fyrstuhjálp

2025-01-13 13:17 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tá 7. og 8. floksnæmingarnir í Skála skúla møtu í morgun var tað til ein øðrvísi skúladag. Í dag stendur nevniliga frálæra í fyrstuhjálp ovast á tímatalvuni.

Og næmingarnir á Skála eru ikki teir einastu, ið fáa ein ørðvísi skúladag komandi tíðina. Tí, fram til 10. apríl er ætlanin, at í alt 1.035 ungdómar runt allar Føroyar skulu læra at geva fyrstuhjálp.

Tað er Reyði Krossur Føroya, sum skipar fyri fyrstuhjálparskeiðunum, ið Betri Stuðul stuðlar fíggjarliga.

- At vit fáa hendan møguleikan at undirvísa 7. flokki, er framúr gott. Fleiri teirra eru aktiv í ymsum aktivitetum, har tey savnast í bólki. Tá kann okkurt óhapp henda, eisini meðan eingin vaksin er hjá, sigur Jákup av Skarði, ið starvast sum samskipari í fyrstuhjálp hjá Reyða Krossi og sum, saman við hinum í instruktør-toyminum, undirvísir kring landið.

Av ymsum orsøkum var ongin undirvísing til 7. flokk Í fjør. Tí verða teir næmingarnir loftaðir í 2025, nú teir ganga í 8. flokki.

Jákup av Skarði vónar fyrst og fremst, at fyrstuhjálparskeiðini kunnu verða við til at fyribyrgja at skaðar henda, tí fólk fara at hugsa um ymsar vandastøður.

- Síðani vóni eg, at um ein unglingi kemur til vandastøðu, ber til at vera róligur, hugsa seg um og hjálpa á bestan hátt, sigur hann.

Jákup av Skarði gleðir seg til at vitja á skúlunum og at samskifta við bæði næmingar og lærarar um fyrstuhjálp.

- Vit í Reyða Krossi halda nevniliga, at øll eiga at duga fyrstuhjálp, sigur hann at enda.

Skúlavitjanirnar í fyrstuhjálp vóru fyrstu ferð í 2023. Fyrstuhjálpartoymið hjá Reyða Krossi Føroya fegnast um, at til ber at halda fram við hesum arbeiðnum í ár.

Reyði Krossur Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder