Við fíggjarlógini fyri 2025 og við broyting í kunngerðini fyri Mentanargrunn Landsins fáa tey, ið fáa starvslønir og listafólkalønir frá og við 1. januar 2025 15% í eftirløn.
Hetta er fyrstu ferð, at starvslønir og listafólkalønir fáa eftirløn.
Eisini er ein millión krónur játtað til framleiðslu av føroyskum listaligum tilfari til børn og ung, eitt nú framleiðslu av tónleikatilfari og øðrum mentanarligum tilfari, sum kann íbirta og menna listaligu og málsligu evnini hjá børnum og ungum í einum føroyskum høpi.
Tað verður Mentanargrunnur Landsins, ið fer at umsita ta nýggju játtanina, og tískil er kunngerðin um Mentanargrunn Landsins broytt samsvarandi.
– Eftirløn til okkara dugnaligu mentafólk hevur tíverri leingi vantað. Tað var tí nakað, ið samgongan beinanvegin setti sær fyri at broyta. Tí eri eg ómetaliga glað fyri at síggja orðini í samgonguskjalinum blíva til veruleika, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum.
– Eisini eri eg sera takksom fyri, at vit hava fingið eina heila nýggja millión setta av til føroyskt framleitt tilfar til børn og ung, soleiðis at hesi kunnu fáa meiri listaligt og mentanarligt tilfar úr einum føroyskum jørðildi, sigur landsstýriskvinnan at enda.
Almanna- og mentamálaráðið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald