Grønland er sinnað at samstarva við USA um verju og leiting eftir ráevnistilfeingi.
Tað segði Múte B. Egede, landsstýrisformaður, tá hann í dag helt tíðindafund um støðuna eftir politiska rokið, sum hevur verið um støðu Grønlands hesa seinastu tíðina, og komandi amerikanski forsetin, Donald Trump, segði, at Grønland átti at verið ein partur av USA.
Landsstýrisformaðurin segði á tíðindafundinum, at tað nú er av týdningi, at ósemjan við USA ikki herðist, og tí er hann eisini sinnaður at ganga amerikanarum á møti og bjóða upp til samstarv.
- Vit halda hurðunum opnum viðvíkjandi námsvinnu, og soleiðis verður tað eisini í komandi árum, segði Múte B. Egede, sambært KNR.
Roknað var við, at landsstýrisformaðurin kanska fór at nýta høvi til at kunngera nær komandi valið til landstingið, Inatsisartut, tí hetta valskeiðið gongur út 6. apríl.
Men spurningurin um val varð ikki tikin upp á tíðindafundinum, so tann fráboðanin bíðar til seinni. Kommunuval verður annars í Grønlandi 1. apríl. Fyri fýra árum síðani vóru valini til kommunustýrini og Inatsisartut hildin samstundis.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald