Uttanlands

- Vit eru ikki í friðartíð

Hetta staðfesti Mette Frederiksen í sambandi við toppfund millum NATO-lond í Finnlandi. Tað er ikki beinleiðis kríggj, men tað hendir ov nógv í Eystarasalti. Danmark fer at dubba seg meira

- Vit fara at duppa okkum meira. Tað verður ógvuliga, ógvuliga dýrt, men eg haldi ikki, at tvey prosent av BTÚ er nóg mikið í verandi støðu. Mette Frederiksen er stúrin um støðuna (Mynd: EPA)

- Vit fara at duppa okkum meira. Tað verður ógvuliga, ógvuliga dýrt, men eg haldi ikki, at tvey prosent av BTÚ er nóg mikið í verandi støðu. Mette Frederiksen er stúrin um støðuna (Mynd: EPA)

2025-01-14 15:19 Author image
Agnar Prestá
placeholder

 - Um man verliga hyggur eftir øllum, sum mín svenski starvsfelagi sigur, so staðfestir hann, at hetta ikki er ein krígstíð her um leiðir - men man kann heldur ikki siga, at tað er friðartíð. Hesum eri eg samd í.

Mette Frederiksen eigur orðini. Hon varð fyrr í dag, í sambandi við toppfund hjá NATO-londum í Helsinki, spurd um útsagnirna hjá Ulf Kristersson mánadagin. Tà staðfesti svenski forsætisráðharrin, at Svøríki ikki er í kríggi, men at tað heldur ikki er friður í økinum.

Danska forætisráðharrin kennir seg aftur í hesari útsøgnini. Hon sigur við danska TV2, at man skal taka alla útsøgnina hjá Ulf Kristersson: Tað er IKKI kríggj her - men tað er heldur ikki friður.

Orsøkin er, sum svenski forsætisráðharrin eisini peikaði á, "ov nógv virksemi í Eystarasalti".

Her vísir Mette Frederiksen millum annað á, at alt bendir á, at russar liggja framvið og royna at órógva - millum annað kaðalar og skuggaflotar. Tað var júst vegna støðuna í Eystarasalti, at NATO-londini við tilknýti til øki hittust í Helsinki. Ætlanin er, at NATO í størri mun kemur inn á øki.

Sí eisini: NATO-land: Eystarasalt skal gerast tryggari

Sí eisini: 
Elkaðal millum Finnland og Estland slitnaður

Í nýggjársrøðu sínari var forsætisráðfrúan ikki sørt døpur, og ávaraði hon um fleiri hóttarnir mótvegis Danmark komandi árini.

Mette Frederiksen staðfesti aftur í dag, at Danmark fer at styrkja seg meira hernaðarliga: At duppa seg meira. 

- Vit hava duppa okkum (upprusta) nógv, og vit fara at duppa okkum meira. Tað verður ógvuliga ógvuliga dýrt, men eg haldi ikki, at tvey prosent av BTÚ er nóg mikið í verandi støðu

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder